lirikcinta.com
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

lirik lagu gátu ríma – tyr

Loading...

gestur villur frá høllini gongur,
blindur er hann og fáur;
møtir hann einum gomlum manni,
allur í hærum gráur.

“far tú tær í grasgarðar
og ráð fyri tínum bú;
eg skal mær fyri heiðrik kong
og gátur kenna nú.”

treðum lættliga dansin,
dagurin skín so f-gurliga;
komið er hægst á summarið.

“tríati eru gáturnar,
git mær eina av teim:
hvussu eitur sá reyða trumma,
ið slær yvir allan heim”?

“vita man eg gátuna,
eg giti tað fyrstu av teim:
toran eitur sá reyða trumma,
ið slær yvir allan heim”.

treðum lættliga dansin,
dagurin skín so f-gurliga;
komið er hægst á summarið.

“vita man eg gátuna,
eg fari ei við tí hátt:
óðin ríður sínum hesti
bæði um dag og nátt.”

óðin gjørdist villini fuglar,
fleyg sær út á hav,
brendi inni heiðrik kong
og alt tað lið, har var.

treðum lættliga dansin,
dagurin skín so f-gurliga;
komið er hægst á summarið.

lirik lagu lainnya :

YANG LAGI NGE-TRENDS...

Loading...