
grønt pesto - æðrasoppar lyrics
geri reint í slúsuni
við britney spears á blusuni
og í adidas buksum og við lítið at hugsa um
har liggja handskar á gólvinum
og tufflur á hillini
eg syngi hart við sanginum í oyrunum
ikki eitt orð fer til spillis
eftir tað koyri eg heim við bilinum
ikki ein bylgja í hylinum
ongin sympati við pedofilinum
tí eg royni at fylgja skilinum
tí eg royni at fylgja skilinum
eg fylgi flestu orðum
uttan at venda runt við borðum
eg finni ofta fram
uttan at hyggja eftir sporunum
eg gloymi aldrin ikki at gloyma hvar eg hoyri heima
droppa nike
keyp adidas
fokk merkir
keyp blákross
veðrið hevur einki andlit
men ódnin hevur nógv at stríðast við
reytt ljós
grønt pesto
grønt ljós
reytt pesto
bakkafrost
cheddar ost
gist og list
hist og vist
laks og taks
fjallið sakk
inn í brimið
eyka bónus
dupult miklagarð
deyðin grætur
men lívið lær
ælið bogar undir tunnilinum
meðan tú skemmar teg í skemmuni
dávur stingur upp tummilin
eg peiki upp til himmalin
og rópi upp til vindarnar
æðrasoppar
Random Song Lyrics :
- agarrados de la mano - caballo dorado lyrics
- cool down boy - garland jeffreys lyrics
- infection - black level (블랙레벨) lyrics
- on sight - manemane4cgg lyrics
- echoes (live at la gaîté lyrique) - cult of luna lyrics
- your name? - voodooicy lyrics
- changing rocks song - mr. parr lyrics
- marilyn manson - mazza ken lyrics
- grave passage - cardinal wyrm lyrics
- day with jesus - gray robinson lyrics