
marrusorg - hamferð lyrics
Loading...
hvílir tú prinsur í taraskóg
har tú lívd fekk fyri levind
har tú smidliga flýddi úr glatanarklóm
sum brosma undan teistanevi
hevja nú prinsur títt sigursróp
lat í firðunum tað runga
har hin alvaldi gav tær tín aldudóp
og fjøran stóð fyri tær sprungað
sjóðar
yvir tað vágar
aldar
um tað, ið var
innan og uttan skeljast í lag
hvat enn eg so royndi skilnaðin
langtandi søgnin brátt fjarar av
og tómin skræðir meg við inní
marrusorg
hóra tá prinsur enn eina stund
trúnan tær liggur fyri fótum
títt kongsdømi kann frelsa meg
frá mínum kávalótum
innan og uttan skeljast í lag
hvat enn eg so royndi skilnaðin
langtandi søgnin brátt fjarar av
og tómin skræðir meg við inní
marrusorg
Random Song Lyrics :
- sé que tendrá tus ojos (nuestro hijo) - maría rosa yorio lyrics
- spend that cash - iggy azalea lyrics
- love 30 - lil tnns lyrics
- the wades - leo bhanji lyrics
- jesus in la (acoustic) - alec benjamin lyrics
- perfectos extraños - autobus (banda) lyrics
- me cuesta tanto olvidarte - maría rosa yorio lyrics
- życie jest minetą - azylia keks lyrics
- život jako sen - voodoo808 lyrics
- bedroom tune - i jog & the tracksuits lyrics