jallgríms kvæði - hamradun lyrics
eina veit jeg rímuna
[?] gjørd við nýtum orðum
jallgrímur og havgrímur
ráddu fyri í forðum
[chorus]
latum dans og dynja, dreingir
og nú stoltsliga stígið í ring
stendur hon væl frúva
jallgrímur og havgrímur
ráddu fyri búnum brandi
hann var seg á upplondum
og hin á bjarmalandi
[chorus]
latum dans og dynja, dreingir
og nú stoltsliga stígið í ring
stendur hon væl frúva
løgdu sær so ráðini við
sum fornir gjørdu í forðum
„tað skal ikki kongur stýra
her um heljar norður.“
[chorus]
latum dans og dynja, dreingir
og nú stoltsliga stígið í ring
stendur hon væl frúva
har kom niður á bjarmalondum
fimmti riddarar reystir
tá svaraði havgrímur:
“hvat eru tað fyri gestir?”
[chorus]
latum dans og dynja, dreingir
og nú stoltsliga stígið í ring
stendur hon væl frúva
svaraði ein av sveinunum
hann smíltist undir lín:
“haraldur kongur av noregi
hann sendi meg til tín
[chorus]
latum dans og dynja, dreingir
og nú stoltsliga stígið í ring
stendur hon væl frúva
haraldur hevur oss higar sent
ikki við so blíðum
antin skalt tú landið skatta
ella ímóti stríða.”
[chorus]
latum dans og dynja, dreingir
og nú stoltsliga stígið í ring
stendur hon væl frúva
havgrímur so til orða tekur
mælir av tungu inna:
“her hevur eingin skattur gingið
alt tað, ið frægir minnast
[chorus]
latum dans og dynja, dreingir
og nú stoltsliga stígið í ring
stendur hon væl frúva
eg eri alin av bjarmalondum
giti ei landið skattað
ikki skal hann haraldur kongur
fregna tað og frætta!”
[chorus]
latum dans og dynja, dreingir
og nú stoltsliga stígið í ring
stendur hon væl frúva
bóru burt hans borðbúnað
gjørt var av silvuri reina
„takið nú tann høvdinga
og berið út á teinar!“
[chorus]
latum dans og dynja, dreingir
og nú stoltsliga stígið í ring
stеndur hon væl frúva
løgdu hendur á havgrím unga
ætlaðu út at bera
hann vá upp sín bitra brand
væl kundi brynjur skera
[chorus]
latum dans og dynja, drеingir
og nú stoltsliga stígið í ring
stendur hon væl frúva
[chorus]
latum dans og dynja, dreingir
og nú stoltsliga stígið í ring
stendur hon væl frúva
Random Song Lyrics :
- war in the light - triggaheartz lyrics
- personne - eddy mitchell lyrics
- changeless - robbie rhodes lyrics
- owo shayo - olamide lyrics
- burn in the night - the foreign resort lyrics
- gucci gang (remix) - mehdi lyrics
- if you're happy (f**k it) [bonus track] - jayden jesse lyrics
- carry on - krysten berg lyrics
- баба маша (grandma masha) - бутырка (butyrka) lyrics
- em paz - yamashita lyrics