
brita á brekku - regin dahl lyrics
Loading...
brita á brekku
við hvítari smekku
vatnar eina geraniu
burtur seg gloymir
stendur og droymir
um skiparan á stefaniu
sól sær hon skyggja –
tey skuldu byggja
hús síni niðri á mølini
hann skuldi stýra
og hon baldýra
á klút abc*ið og tølini
men tungt er at bera
tað, hann kundi gera
nú situr hann fastur í spaniu
hann oyddi ov mikið
og so hava teir tikið
bæði hann og ta vøkru stefaniu
brita á brekku
við hvítari smekku
grætur niður yvir geraniu
blátt fyri uttan
skolan og spruttan
alt minnir so sárt um stefaniu
sól sær hon skyggja
tonglarnir liggja
og sleingjast har niðri í brotinum
veltan er saksað
gardinurnar flagga
vendast og snarast í lotinum
Random Song Lyrics :
- one for everything (saki ashizawa ver.) - 芦澤サキ (saki ashizawa) lyrics
- once or twice - spectr lyrics
- introvert hotline - ego ella may lyrics
- chained forever - hatred lyrics
- ouroboros - groza lyrics
- chedda! (feat. clxtch & plum) - bemycutie lyrics
- around the city - hey its je lyrics
- superamor - fabiana cantilo lyrics
- poppin - novmbersmxy lyrics
- crazy crazy crazy - tohoshinki lyrics