
kristin háberg minnist - regin dahl lyrics
kristin háberg bøtir segl, sum ódnarstormur skræðir
tveitir gamlar endar burtur, nýggjar endar klæðir
og hann sær so livandi tað bláa havið alda
har fregat og brigantin í allar leiðir halda
upp úr fikkuni hann hálar sína svortu snaddu
minnist aftur tíman, tá teir kinamannin ræddu –
sunnanfleyrið mjúkt og lýtt inn gjøgnum sprekku suðar
kristin háberg setir seg á skammilin og guvar. –
gula havið aldar mjúkt, flógv blæsur har monsunin
kristin gníggjar skøvningin – jú menn hann kennir munin
eyguni í longsulspínu stara upp í tróðrið –
kinaland á summardegi – grønt i øðrum gróðri
og á hesum loftinum – her noyðist hann at sita
og við sveitta vega upp hvønn evurlítlan bita. –
farið vel, mongrovitrø og sveiggjandi lianir
snaddan kølnar – kristin háberg droymir um bananir
og hann minnist veitsluna, teir hildu í columbo
hugsar um gorillu og um elefantin jumbo, –
minnist aftur indiu og hennar heitu nætur
kristin drýpur høvur niður – kristin háberg grætur
Random Song Lyrics :
- latami - czarny hifi lyrics
- valley of death - cinos lyrics
- i love kanye (t.l.o.preemix) - dj premier lyrics
- korbitussin - rób rzeczy lyrics
- gabriella ferri - caneda lyrics
- i'm just tryna survive (in the big city) (party version) - dâm-funk lyrics
- supadupafly - on air mix - 666 lyrics
- que chulos ojos - la dinastia de tuzantla mich lyrics
- habor - הבור - yotam avni - יותם אבני lyrics
- bar high - oddlip lyrics