
kristin háberg - regin dahl lyrics
o kristin – kristin háberg – tú vitjaði meg tíðan
við tína lið eg ferðaðist so langt um heimin víðan
vit sigldu millum ísbjørg – vit hoyrdu pálmasuð
og saman báðir vitjaðu hin stóra manitu
o kristin – kristin háberg, vit gingu heimsins brekku
tá eldur brann, og veggjatutlið blíðan sang í sprekku
tá kendist, eins og sótu vit við heimsins hægsta træ
og gull bar sacramento, meðan stillahavið kvað
o kristin – kristin háberg, tú lærdi meg at frøast;
tú lærdi meg at halda fram og onga stund at møðast
tú lærdi meg at læa, um tjúkt var fyri stavn –
at dyrgja eftir upsanum og skjóta gamlan ravn
og kristin – kristin háberg, nú vetur er í hondum
nú ferðast aftur báðir vit mót blómuprýddum londum
vit sita kring um grúgvu – tó himalaya nær –
tí kristin, kristin háberg, vit hava verið har
og tikarin í indiu – malajin á malakka
vit kenna eins og roysningin, ið ferðast um kamtjatka
og nú skal stúgvur stappast – og nú skal sløkkjast ljós
so sigla vit um verðina, men tú skalt seta kós
Random Song Lyrics :
- criminal - asher monroe lyrics
- tilbage - ercan (dnk) lyrics
- your place in the world - the space brothers lyrics
- emperor - baber / wileman lyrics
- verte morir - dracma lyrics
- holé holà - stick marlone lyrics
- psalm 107 - poor bishop hooper lyrics
- motorollin' - wizyy lyrics
- 3 am - mishovy silenosti lyrics
- älä vaan syö mua - intertimensional autisti lyrics