lirikcinta.com
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

lirik lagu æðrarnar – gfd collective

Loading...

upp úr grøvini kemur lívið
upp úr lívinum kemur deyðin
upp úr deyðanum kemur sorgin
upp úr sorgini kemur gleðin
upp úr gleðini koma 1000 barndómsminnir

hatta staðið tú plagdi at spæla
hatta spælið tú plagdi at hata
hatta hatrið tú plagdi at goyma
í búkinum
har tað renna plastsoldatar
guð viti hvar teir fara
guð viti hvat teir ætla
guð viti um teir vita at

lívið rennur út ígjøgnum æðrarnar, æðrarnar
luftin kemur inn ígjøgnum æðrarnar, æðrarnar

tú følist sum ein eingil
tá tú nemur við meg

tú flytur teg sum ein djevul
tá tú fert tú tín veg

men vesturættin stinkar
her
hon dregur inn angin
her
hon rekur inn angist
her

lívið rennur út ígjøgnum æðrarnar, æðrarnar
luftin kemur inn ígjøgnum æðrarnar, æðrarnar

lirik lagu lainnya :

YANG LAGI NGE-TRENDS...

Loading...