lirikcinta.com
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

lirik lagu í dans – harkaliðið

Loading...

nú gerast kvøldini myrk og long
og lítið eg dugi at spinna
og heima har verður stovan ov trong
hvar skal eg mær stuttleika finna?
frægast man vera at fara í dans
heimalambið er har – eg gevi tí ans
og í klubbanum hittist mangt par
har man finnast einhvør stakur fyri mær

so klæði eg meg í mín stutta stakk
sum neyvan til kníggja man røkka
og silkisokkar og skógvar av lakk
ið brádliga sundur munnu støkka;
skjótt er at greiða mítt dreingjahár
so klíni eg smyrsl uppá kyssusár
so er “daman í galla og fjong,”
nú bert tørvar mær ein “heimalambs*drong.”

mót klubbanum seti eg mína kós
har jass*banda streingirnir grenja
gud gævi, eg fann mær ein fittan matrós
sum meg í tí dansi kann venja!
eg stígi treystlig um klubbans gátt
eg veit, at eg fái eina stuttliga nátt;
nú eg síggi ein vakran korporál
hann skal verða í kvøld mítt høvuðsmál!
við blíðum eygum og bros á kinn
eg tíðum á hann man heita;
og vakrari drongi í hold og skinn
tú leingi eftir skalt lеita
hann hyggur og brosar yvir móti mær
hann kennir, at eg havi hug á sær
og nú stígur hann fram, ger еitt bukk:
“må jeg be’ om en dans, frøken smuk!”

til jazzbandagrenjan vit fara á flog
og fram eftir gólvinum reika
og eyguni hittast og bera boð
meðan hjartað í ørsku man leika
hann lýðir mær í oyrað: “vi ta’r os en tur
her bliver så trangt som i et fangebur.”
og úr klubbanum hvørva vit brátt
fyrst nú byrjar hin stuttliga nátt

so vinarlig hond í hond
vit undan fólkinum renna
steðga forpøst har yviri við strond
har eingin okk*m man kenna
mánin hann skínur yvir nólsoyarfjørð
hann skínur og glampar so vit verða ørð
og teir knappar teir skína sum gull
eg av elskhugi verði so full
eg kvøði ei meira um hesa nátt
eg livdi jú fleiri slíkar
eg drongurin fittur, og veðrið er gott
so alt eftir vild seg líkar
hugurin er góður, av besta slag
um teir koma aftur ella fara avstað
og tá vit ikki longur fáa drong
ja so fara vit allar undir kong

lirik lagu lainnya :

YANG LAGI NGE-TRENDS...

Loading...