lirikcinta.com
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

lirik lagu hundur mín kingoson – kular røtur

Loading...

[vísir 1]
í morgun eg við hundinum fór djóralæknan til
kingoson er gamal og hevur mist sítt skil
hann hoyrir ikki postboðið kettur fáa frið
tá hann tekur móti mær ei halin letur við

[vísir 2]
djóralæknin spurdi um aldur og um kost
um hann hyggur eftir tík*m og dámar pedda post
frá baklabba til snúta kannaður hann varð
læknin gav sær góða tíð so kom hetta svar

[vísir 3]
hundur tín er gamal hevur gikt og nýrastein
men á argjum er júst opnað eitt djóraellisheim
útfyll hesi pappír og hundur tín fær song
eg haldi ikki biðitíðin hon kann vera long

[vísir 4]
eg aftur fór til húsa og kingoson við mær
og tríggjar vikur seinni á ellisheim hann bar
mín gamli sløvi vinur við labbanum nú kom
eg vitji teg hvønn sunnudag mín góði kingoson

[vísir 5]
nei, ikki skal eg gloyma teg besti vinur mín
og eisini onkran seinnapart eg hyggi inn til tín
so ganga vit ein góðan túr og minnast farna tíð
tá vit spældu bólt á bønum og beistaðust í líð

lirik lagu lainnya :

YANG LAGI NGE-TRENDS...

Loading...