lirikcinta.com
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

lirik lagu tú alfagra land mítt (thou fairest land of mine) – símun av skarði

Loading...

[verse 1]
tú alf*gra land mítt
mín dýrasta ogn!
á vetri so randhvítt
á sumri við logn
tú tekur meg at tær
so tætt í tín favn
tit oyggjar so mætar
guð signi tað navn
sum menn tykk*m góvu
tá teir tykk*m sóu
ja, guð signi føroyar, mítt land!
[verse 2]
hin roðin, sum skínur
á sumri í líð
hin ódnin, sum týnir
mangt lív vetrartíð
og myrkrið, sum fjalir
mær bjartasta mál
og ljósið, sum spælir
mær sigur í sál:
alt streingir, ið tóna
sum vága og vóna
at eg verji føroyar, mítt land!

[verse 3]
eg nígi tí niður
í bøn til tín, guð:
hin heilagi friður
mær falli í lut!
lat sál mína tváa
sær í tíni dýrd!
so torir hon vága
* av gudi væl skírd *
at bera tað merkið
sum eyðkennir verkið
ið varðveitir føroyar, mítt land!

lirik lagu lainnya :

YANG LAGI NGE-TRENDS...

Loading...