lirikcinta.com
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

lirik lagu í noreg búðu raskir menn – unknown artist

Loading...

[verse 1]
í noreg búðu raskir menn
teir kundu væl svørð at brúka
giltan hjálm á hóvdi bóru
vildu for ongum lúta
glymur dansur í høll
dans, sláið í ring!
glaðir ríða noregsmenn
til hildarting

[verse 2]
í víkini vaks ein maður upp
haraldur nevndur at navni
víða gitin í noregs landi
bæði av verki og gavni
glymur dansur í høll
dans, sláið í ring!
glaðir ríða noregsmenn
til hildarting
hann svór tann eið við ása*tór:
”eg ei mítt hár hitt fríða
skeri fyrr enn noregs menn
míni boð á lýða!”
glymur dansur í høll
dans, sláið í ring!
glaðir ríða noregsmenn
til hildarting
[verse 3]
treyðir trælkast fríir menn
fyrr er at rýma úr landi
og sigla yvir tann salta sjógv
tó har býðst mikil vandi
glymur dansur í høll
dans, sláið í ring!
glaðir ríða noregsmenn
til hildarting

[verse 4]
vundu teir upp seglini
stýrdu í havið vestur
hildu leið at føroyalandi
so mangir garpar reystir
glymur dansur í høll
dans, sláið í ring!
glaðir ríða noregsmenn
til hildarting

[verse 5]
bygdu borg á føroyalandi
sum søgur ganga frá
fríir livdu norskir menn
vívi og børnum hjá
glymur dansur í høll
dans, sláið í ring!
glaðir ríða noregsmenn
til hildarting

lirik lagu lainnya :

YANG LAGI NGE-TRENDS...

Loading...